Fiat 500 hevur fingið enn eina heiðursløn fyri sítt flotta retro design.
Hóast Fiat 500 hevur verið á marknaðinum í eina tíð, hevur hann fingið enn eina heiðursløn fyri sítt flotta retro design.
Ein dómsnevnd av 59 journalistum og designarum frá 25 ymiskum londum hevur kosið Fiat 500 sum Design Car of the Year 2009. Nummar tvey varð Citroen C5, og nummar trý varð Jaguar XF.
Italienarar eru annars kendir sum dugnaligir bildesignarar. Tað er italski designarin Roberto Giolito, sum hevur designað Fiat 500.