Teir standa á baðirúmum í Tokyo, hanga í íbúðum í New York og liggja í sovikømrum í Klaksvík. Designaralutirnir hjá donsku Mette Ditmer ota seg støðugt tvørturum landa og stættarmørk, og tykjast at fella líka væl inn allastaðni.
Um globali eftirspurningurin efter Mette Ditmer designum er ein roynd at petta saman okkara fragmenteraðu lív, skal vera ósagt. Men okkurt kundi bent á, at serliga evnið hjá Ditmer at hugsa í heildum rakar eitt hol hjá modernaða ættarliðnum.
Eitt petti av bylgjupapp
Sjálv er 36 ára gamla Mette Ditmer als ikki í iva um, hvat tað er við hennara designum, sum talar til kundarnar.
Fólk vilja hava samanhangir. Tey spyrja eftir konseptum og vænta snøgt sagt, at tingini hanga saman, sigur Ditmer, sum er kend fyri sínar konseptuellu designloysnir.
Eitt av hennara kendastu designum er sonevnda Waveline røðin til baðirúm, ið upprunaliga var ein bíløgd uppgáva frá Idé møblum. Uppgávan ljóðaði:
”Skapa eina baðirøð, sum er unik, men samstundis rakar breitt. Sum ikki osar av romantikki, men heldur ikki er alt ov ’HighTech’”
Ikki heilt einfalt, vildi onkur ivaleyst hildið. Men fyri Ditmer loysti uppgávan seg mest sum sjálva, ein dagin, hon stóð við einum petti av bylgjupappi í hondini. Sjálvandi. Eyðkendu og einføldu bylgjurnar vóru hvørki ov bleytar ella ov hvassar, og hartil vóru tær lættar at endurgeva í ymsum lutum og tilfari. Skjótt hevði hon tulkað tær til eitt tíðarleyst koncept við skandinaviskum dámi.
Ditmer tyssi
Waveline røðin byrjaði við einføldum lutum, so sum wcbust og sápuskál. Síðani royndi Mette Ditmer konseptið við ymsum tekstilvørum. Á tann hátt tryggjaði hon sær, at konseptið helt til at skapa eina fullfíggjaða heild. Í dag umfatar Waveline røðin handklæði, baðimáttir, brúsuforheng, baðihandskar, baðikápur, toilettaksur, sápuskál, sápuílat, haldara til wcbust, tannkrúss og boks til vattpinnar, har eyðkendu bylgjurnar ganga aftur í øllum lutunum.
Í Waveline røðini brúkar Ditmer rættiliga nógv og ymisk skap úr ymsum tilfari. Og tað krevur, at designið gongur aftur niður í minsta smálut, um konseptið skal halda.
Kundarnir skulu vita, at hvør lítil lutur er partur av eini heild. Eisini skulu teir vera vísir í, at teir altíð lættliga kunnu seta saman eitt vakurt tyssi av Waveline lutum til baðirúmið, sigur Ditmer.
Design skal vera stuttligt
Seinnu árini er Mette Ditmer vorðin serliga kend fyri sínar lívligu litir og ofta stuttligu design. Sjálv sigur hon, at hon serliga ofta letur seg inspirera av humor. Design kann gott vera stuttligt og fáa fólk at smílast, heldur hon og sipar til sína nýggju røð av seingjarklæðum og baðirúmslutum við Tom og Jerry figurum.
Eg fekk loyvi at brúka nakrar av upprunaligu skitsunum av Tom og Jerry, sum hava ein heilt serligan skálkaliga neista, sum tú ikki kanst lata vera við at smílast at, sigur Mette Ditmer, sum ikki heldur ráhvít handklæði vera nakað serligt at flenna eftir.
Fyllir tú hinvegin hillarnar við lilla og grasgrønum handkløðum ella letur Tom jagsta Jerry á baðimáttunum, gevur tú heilt sikkurt gestunum okkurt at tosa um – og smílast at, heldur Mette Ditmer.