Deyðbóltarnir vóru munurin

Bæði liðini høvdu stórar trupulleikar at spæla ímóti vindinum, men EB/Streymur dugdi tað, sum AB ikki dugdi: at skora upp á deyðbóltar. AB var annars hampiliga væl við til fyrsta málið kom, men tá so skrædnaði skulu argjamenn bara vera glaðir um, at tapið ikki gjørdist størri

EB/Streymur 2 bóltar
AB 1 bólt

Málini, sum øll komu eftir deyðbóltar, fullu miðskeiðis í seinna hálvleiki og innanfyri níggju minuttir.
Fyrst skoraði Hans Pauli Samuelsen, tá hann inni í 5-metrinum tveitti seg aftur av og sparkaði bóltin aftur um seg í netið dygst við handaru stong, eftir at Gert Hansen tveitti innkast úr høgru inn í brotsteigin, sum varð snittað víðari víkamannin.
Næsta málið setti Sorin Anghel í netið. Hans Pauli Samuelsen legði hornaspark innfyri til Egil á Bø, sum við fremru stong skallaði bóltin víðari. Inni 5-metrinum bíðaði Sorin Anghel og lættliga setti hann bóltin í netið.
EB/Streymur sá nú út til at koma fyri seg av álvara. AB hevði vindin og tvey mál ímóti sær, so nú sá av sonnum trupult út hjá argjamonnum. Og uppgávan gjørdist bara verri, tá danin Peter Christiansen sparkaði Rafal Kwiecinski niður og varð vístur av vøllinum.
Yvirtalsstøðuna nýtti EB/Streymur til at skjóta eitt mál aftrat. Hetta syrgdi Egil á Bø fyri, tá hann eftir hornaspark og nakað av trunkaspæli buldraði bóltin í netið so tað sang í meskunum handan Magnus Poulsen í AB-málinum.
Heimaliðið kundi saktans fingið fleiri mál, men vóru ikki nóg neyvir tá mongu møguleikarnir fullu. Rógvi Poulsen kom gott út og vardi fyri, tá Rafal Kwiecinski kom einsamallur móti honum. Hann bjargaði eisini flott harða frísparkinum frá Bárði Olsen, og Hanus Eliasen misnýtti upp á tað skammiligasta, tá hann trillaði bóltin framvið tóma málinum, eftir frálíkt uppspæl frá Hans Paula Samuelsen. Argjamenn høvdu hinvegin ikki ein erligan møguleika í seinna hálvleiki.
Í fyrra hálvleiki høvdu teir onkran hálvan kjansin. Men leikligu yvirvágina dugdu teir ikki at gagnnýta til egnan fyri mun, á sama hátt sum teir heldur ikki fingu nakað munagott burtur úr deyðbóltunum, sum vístu seg at vera ógvuliga avgerandi í dystinum, har fótbóltslíkindini ikki vóru tey bestu.

Keðiligt veður gjørdi keðiligan dyst
Júst keðiligu fótbóltslíkindini gjørdu dystin til ein keðiligan dyst. Fyrri hálvleikur var beinleiðis vánaligur. AB hevði bóltin meira, men fekk lítið og einki burtur úr.
Til teirra rós skal sigast, at tá teir ikki høvdu bóltin, vóru raskir at leggja trýst á EB/Streym. So mikið raskir, at tað aloftast bleiv til langar bóltar niðan eftir vøllinum, sum EB/Streymur royndi seg við, men í vindi nyttar hetta hvørki eitt ella annað, og á tann forðaði og breyt AB allar royndirnar hjá EB/Streymi, ið at byggja nakað frameftir.

Triði sigurin á rað
Við vindinum í móti sær í seinna hálvleiki var setningurin hjá argjamonnum einfaldur: nú ráddi um at verja borg. Hetta gekk eina løtu, men tá tað so skrædnaði hjá uppflytarunum, vóru teir hepnir við bert at fáa trý mál ímóti sær.
EB/Streymur vann trygt og greitt á AB. 3-0 gjørdist endaliga úrslitið, og í Sundalagnum fegnast tey um, at tað hevur eydnast teimum at vinna triðja dystin á rað.