Eitt altjóða granskaralið er komið til ta niðurstøðu, at dinosaurarnir vórðu útruddaðir, tí at ein risastórur rúmdarsteinur og jørðin stoyttu saman fyri 65 milliónum árum síðani.
Nakrir av teimum 41 granskarunum, sum hava kannað málið, halda kortini, at teir seinastu dinosaurarnir doyðu av fleiri sera drúgvum eldgosum í Asia.
Men teir flestu granskarnir halda, at dinosaurarnir vórðu útruddaðir, tá ein risastórur rúmdarsteinur, sum var um 15 kilometrar í tvørmát, rakti tað, sum í dag er Meksiko.