Deyður maður á Tinghúsvøllinum

Um seks tíðina í kvøld varð løgreglan boðsend, tí at ein maður lá á Tinghúsvøllinum.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at maðurin var deyður.

Talan er um ein tilkomnan mann, er tað einasta, løgreglan sigur um mannin.

Men avleiðingin av hesum er, at ein stórur partur av miðbýnum er avbyrgdur. Politiið hevur stongt Áarvegin niðri við Café Nátúr, stongt Tinghúsvegin og stongt Mylnugøtu niðri við Hvonn. So eingir bilar sleppa niðan á Vaglið. Maðurin hevur ligið á Tinghúsvøllinum, beint framman fyri standmyndina av Rasmusi Effersøe síðani fyri klokkan seks, og har liggur hann enn. Í løtuni eru teir í ferð við at reisa eitt tjald uppi yvir manninum. Nógv løgreglufólk eru á staðnum, og fleiri politistar við hundum ganga eisini í økinum.

Løgreglan sigur, at kanningar skulu gerast at vita, um nakað illgrunasamt er farið fram.

Løgreglan er farin undir kanningarnar, men enn ber ikki til at siga, hvussu leingi, økið verður avbyrgt.