Deyður poppkongur bert yvirhálaður av 19 ára gomlu Swift

2009 hevur við deyða Michael Jackson verið eitt hart ár hjá Jackson familjuni. Men sunnukvøldið kundu tey fegnast, tí við American Music Awards vann hann 4 heiðurslønir, og gjørdist løtan tí gleðilig fyri tey avvarðandi hjá poppkonginum.

Tað var lítlasystir Michael, 43 ára gamla Janet Jackson, ið setti hol á tiltakið.

Men størsta sigurin fekk bert 19 ára gamla sangarinnan Taylar Swift, ið fekk 5 heiðurslønir, harav tann eina var høvuðsheiðurslønin sum ársins listafólk.

Hon metti tað tó vera stóran heiður at verða nevnd í sama bólki og viðfangi, sum sjálvur poppkongurin, Michael Jackson.