Klaksvík
Týsdagin, tá Sosialurin var í Klaksvík, og vit vóru ein túr eftir Kósabrúnni, var rættiliga deydligt í hesum annars so arbeiðsríka umhvørvi gjøgnum mong ár.
Sum einasta skip við bryggjuna lá línuskipið Fugltúgvan, sum eins og onnur línuskip í Klaksvík hevur ligið seinastu tíðina.
Ein arbeiðsbilur hjá Klaksvíkar kommunu stóð uppi við fiskavirkið, og her fekst ein maður, sum starvast hjá kommununi, við at leggja el-kaðlar í jørðina beint frammanfyri fiskavirkið.
Maðurin vissaði okkum um, at hetta hevur einki við møguligt virksemi á Kósini at gera.
- Nei, hetta er nakað, sum hevur ligið á láni, og sum SEV hevur vent sær til okkum við, segði hann.
Maðurin, vit hittu, segði seg eisini hava hoyrt søgur um, at Føroya Banki skal hava bjóðað Hanusi Hansen at keypa Kósavirkið, men hann dugdi einki at siga um haldbari í hesum søgum.
- Tað ljóðar, at bankin hevur boðið teimum virki, um peningurin verður rindaður kontant. Men samstundis hevur bankin sagt seg ikki vilja veita rakstrarfígging.
Kósavirkið er eitt rættiliga stórt fiskavirki, sum hevur verið rikið við nógvum ymiskum fiskasløgum og framleiðslum.
Jóhan Páll Joensen, sum seinastu árini hevur verið stjóri á virkinum, sigur, at virkið møguliga kundi lagt seg eftir færri fiskasløgum og framleiðslum.
- Tað veldst um so nógv, hvat loysir seg og ikki. Viðhvørt kann tað loysa seg at hava eitt breitt grundarlag, og viðhvørt kann tað vera ein vansi at keypa so nógv ymisk fiskasløg.
Í aðrari grein á hesi opnu sigur hann, at útlitini til fiskaframleiðslu ikki eru so galin í løtuni, men hann sigur seg samstundis ikki duga at síggja, at virksemið á Kósini byrjar aftur so skjótt, sum fólk helst vildu, nú nógv, sum áður høvdu sítt starv á virkinum, framvegis ganga uttan lønandi arbeiði.