Deytt ahorntræ órógvar ferðsluna í morgin

Ferðslan eftir Áarvegnum í Havn darvað fyrrapartin í morgin. Tað er tí at tá verður eitt ahorntræ við Amtmansbrekkuna felt.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at av tí at eitt deytt ahorntræ skal burturbeinast við Amtmannsgarðin við Áarvegin, verður ferðslan eftir Áarvegnum darvað hósmorgunin 26. august frá kl. 6.30 til kl. 12. 

 

Í sama tíðarskeiði verður Amtmannsbrekkan sperrað fyri øllum gangandi.

 

Træið stendur við Etika, har blómusølubúðin hjá Trónd Hansen, urtagarðsmanni, var í sínari tíð.