Venjarin hjá Atletico Madrid, Diego Simeone, hevur fingið leikbann restina av kappingarárinum. Tað var í dystinum móti Malaga um vikuskiftið, at Diego Simeone, argur um eina dómaravgerð, royndi at órógva eitt skjótálop hjá Malaga, við at tveita ein bólt inn á vøllin móti Malaga-spælaranum, sum hevði bóltin tá.
Hann hevur fingið tríggjar daga leikbann og sleppur sostatt ikki at sita á beinkinum seinastu tríggjar dystirnar hetta kappingarárið. Tað má sigast at vera sera óheppið, tí Atletico Madrid liggja á øðrum plássi í La Liga. Tað eru bara málmunurin, sum skilir felagið frá Barcelona. Hitt spanska stórfelagið, Real Madrid, liggur á triðja plássið, eitt stig aftanfyri.
Hetta fær tó onga ávirkan á Champions League. Diego Simeone er tí á beinkinum í kvøld, tá Atletico Madrid fær vitjan av Bayern München.