Dilettantarí í Vinnumálastýrinum?

Oddagrein

Vit hava á hesum stað gjørt vart við, hvussu illa alt málið um Landsverkfrøðingsstovnin var handfarið frá fyrst til síðst. Løgmansskrivstovan kannaði sjálva uppsøgnina av Henning Jacobsen, undanfarna Landsverkfrøðingi, og ikki óvæntað gjørdi miðfyristingin einki við miðfyrisitingina. Á hesum stað var gjørt vart við tað óhepna í, at man kannaði seg sjálvan.

Serliga eigur at vera lagt til merkis, at undanfarni landsverkfrøðingur segði seg ivast í førleikanum hjá umsitingini í Vinnumálastýrinum. Nakað sum táverandi landstýrismaður Finnbogi Arge gjørdist rættiliga firtin um. Í hesum sambandi kunnu fólk lesa frágreiðingarnar, ið deildarleiðarnir á Landsverkfrøðingsstovninum gjørdu eftir uppsøgnina av Henning Jacobsen. Har eru avrit av brævaskifti og øðrum, ið kemur í eitt heilt annað ljós, eftir at Vinnumálastýrið er sett upp á pláss av Løgtingsins Umboðsmanni, ið hevur kannað málið um setanina av nýggjum landsverkfrøðingi.

Umboðsmaðurin, ið vit hava bíðað eftir í 20 ár, hevur gjørt álit, ið harðliga átalar Vinnumálastýrið. Umboðsmaðurin kann ikki taka støðu til mál áðrenn 2000, og tí kann hann ikki taka støðu til tað, ið fór fram, tá landsverkfrøðingurin varð uppsagdur, og Vinnumálastýrið kom niðan á Landsverkfrøðingsstovnin við Reidar Nónfjall, ið tá skuldi vera stjóri á einum samanlagdum Landsverkfrøðingsstovni og Strandferðslu. Aftur her hevði Vinnumálstýrið ikki gjørt sítt heimaarbeiði ordiligt, og hevði gloymt, at viðvíkjandi størri broytingum sum at samanleggja stovnar, so skulu fakfeløg kunnast og takast uppá ráð.

Tá nú hesin lemjandi kritikkur er komin, so er grund til at krevja eina uttanveltaða kanning av øllum málinum um Landsverkfrøðingin frá fyrst til síðst. Vit hava onga vissu fyri, at brot á góðan fyrisitingarsið bert varð framt í ár 2000.

Finnbogi Arge og Bjarni Djurholm, sum báðir proklameraðu fyri øllum Føroya fólki hvussu professionel og dugnalig umsitingin í Vinnumálastýrinum var, mugu í dag kenna seg rættiliga illa. Vikuligi litfaldarin hjá Fólkaflokkinum rósti eisini Vinnumálastýrinum í samband við Landstýrismannaskiftið í hesum valskeiðnum, og burdi hetta fingið allar alarmklokkur at ringt beinanvegin.

Hóast setanin ikki nýtist at ganga um, so má tað vera løgið at sita í einum starvi, har ein veit, at setanin ikki fór fram á rættan hátt.

Málið her vísir meira enn nakað annað virðið í Løgtingsins Umboðsmanni. Vinnumálastýrið hevur fingið eina so stóra átalu, at nú má alt málið um Landsverkfrøðingin trevlast uppaftur við objektivum brillum og teir politiskt ansvarligu átalast.