Vilmund Jacobsen
Tað sigur Christian Nagata, stjóri í Prentmiðstøðini í sambandi við, at Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting bar hesi tíðindi í gjár.
Sambært stjóranum á Prentmiðstøðini passar tað heldur ikki, at Prentmiðstøðin hevur uppsagt samstarvsavtalu við Dimmalætting.
– Dimmalætting er vælkomin at prenta á Prentmiðstøðin í dag. Men Dimmalætting má gjalda, eins og øll onnur bløð gera. Vit hava uppsagt gjaldstreytirnar hjá Dimmalætting – ikki samstarvið við Dimmalætting, tí tey halda ikki gjaldstreytirnar, eins og øll onnur bløð gera. Tí má Dimmalætting í framtíðini gjalda kontant, sigur Christian Nagata, sum vísir á, at Prentmiðstøðin hevur roynt at verið viðspælari, so Dimmalætting kom út til tíðina, sjálvt um tey ikki hava yvirhildið sínar treytir.
Stjórin á Prentmiðstøðini ger púra greitt, at øll bløð hava somu treytir og somu prísir á Prentmiðstøðini. Men tá eitt blað ikki betalir fyri sítt prent, so hongur tað ikki saman – og so má onkur annar gjalda.
Spurdur er tað er rætt, sum Árni Gregersen sigur, at tað er meira enn dupult so dýrt at prenta í Føroyum sum í Danmark, sigur Christian Nagata, at tað hevur eingin prógvað fyri sær.
– Eg kundi hugsað mær at sæð hesar prísir, og sæð, hvat samanborið verður við, sigur Christian Nagata, sum vísir á, at við í prentprísinum hjá Prentmiðstøðini er eisini útberingin hjá Posta og aðrar tekniskar veitingar til Sosialin og Dimmalætting.
– Problemið í Føroyum er, at tað er so lætt at fara til grannalond har man brúkar yvirskotskapasitet at prenta smærri uppløg, sum eitt blað til hvørt hús í Føroyum er eftir teirra mátistokki. Men tá talan er um smá bløð upp á t. d. 24 síður í 4.500 eintøkum, so ivast hann í, hvussu nógv dýrari tað er í Føroyum, tí her er sami prísur galdandi, tá tú prentar lítil bløð í smáum uppløgum, sum stór bløði í stórum uppløgum. Prísurin er lutfalsliga tann sami hjá Prentsmiðstøðini fyri øll bløðini.
Øll bløðini, Gratisavísin, Trúboðin, Norðlýsið, Sosialurin, VikuBlaðið og Dimmalætting gjalda øll sama prís. Men um bara tað smáa skal prentast í Føroyum, so verður sjálvandi tað dýrari eisini, sigur Christian Nagata.
Trupulleikin hjá Dimmalætting er í stuttum, at tey ikki hava goldið forfalnu krøvini. Treytirnar eru ikki broyttar, og eingin samstarvsavtala er uppsøgd, sigur Christian Nagata, sum vísir á, at Dimmalætting sjálv hevur ásett allar prísir á Prentmiðstøðini, sum hava verið teir somu í fleiri enn 12 ár.
Dimmalætting átti 66 prosent av Prentmiðstøðini til fyri tveimum áru síðani. Tá vóru stórar útbyggingar settar í gongd. Ein útbygging í 10 tals millióna klassanum varð steðgað, men ein stór útbygging á Prentmiðstøðini varð framd fyri at kunna prenta VikuBlaðið, sum Dimmalætting hevði keypt. Men áðrenn útbyggingin var liðugt, fóru bæði VikuBlaðið og Vinnuvitan á heysin og seinni Dimmalætting við.
Men prísurin er enn sum áður tann, sum Dimmalætting og Sosialurin avtalaðu í einum prentsáttmála, sum er dagfestur 26. juni 2000.