Hósdagin 31. oktober ber Dimmalætting tey tíðindi á fremstu síðu, at MRCC-støðin ikki vildi trúgva ungum drongi, ið var illa staddur í báti á Glyvursnesi. Hesi tíðindi eru skeiv.
Arngrím Sivertsen og 14 ára gamli Trúgvi Petersen vóru týsmorgunin á veg til lands av útróðri við seksæringinum "Ingun." Nakað sunnan fyri Glyvursnes tók báturin í okkurt og fór at leka so illa, at teir vóru noyddir at fara av bátinum og royna at bjarga sær í land. Drongurin hevði fartelefon við, og ringdi um hjálp.
Í greinini í Dimmalætting verður sagt, at drongurin ringdi til MRCC-støðina, og at teir her ikki trúðu honum. Trupulleikin er, at MRCC ongantíð hevur fingið hesa uppringing, og hettar er prógvað. MRCC-støðin hevur verið í sambandi við Trúgva og Arngrím, og teir hava váttað, at teir fyrst ringdu 112 - og ikki til MRCC-støðina, sum hevur 35 13 00 - áðrenn teir valdu at venda sær til Politistøðina.
"Tað er ógvuliga óheppi fyri okkara nýggja stovn, at ivi verður sáddur um, at vit ikki trúgva fólki, sum ringja til okkara. Tað er okkara uppgáva at veita skjótastu og bestu hjálp til tann, sum hevur tørv fyri hesum," sigur Djóni Weihe, leiðari á MRCC Tórshavn.