Dinosaurarnir í Gundadali

Fyri ikki so langari tíð síðan var í bløðunum víst eitt nýtt stadion, sum, ja halt tykkum fast, spanskir arkitektar høvdu teknað. Uppiyvir hesum stadion dagaðu eldspýtandi dinosaurar upp móti himmalinum.

“Orðatakið sigur at, man skal ikki vísa dára hálvgjørt verk” – men, men, hvat er tað, sum nú er við at henda í Gundadali, hesum neyðar dali, sum er brúktur sum kastibløka hjá ambitiøsum politikkarum og øðrum persónum, sum her hava sæð møguleikan at markera seg, hvør við sínum uppskoti um, hvussu dalurin skal skipast til ítróttarøki.

Alt gott um hesa entusiasmu, bert spell, at allar hesar ætlanir renna í hvør sína ætt og tað tykist, sum at tann eina ætlanin skal als ikki sampakka við nakra aðra – tað er sum tá smábørn eru einsamøll heima í heldur langa tíð, og eru farin inn í køkin at spæla fólk í húsi.

So er eisini við hesu “sponsku” ætlan, so sum hon er víst í bløðunum. Tað sær út til, at alt tað, sum higartil er skipað og bygt, skal burtur og nakað heilt nýtt skipast – “og sí, tað gamla er burtur og alt er vorið nýtt.”

Eg ivist onga løtu í, at nakað gott kann gerast í Gundadali, so at ein fuglur Føniks einaferð fer at daga undan í fullum skrúð til frægd fyri hvørt eyga og gleði fyri hvørt hjarta; men tað krevur at ítrótturin saman við Tórshavnar Kommunu taka lógvatak saman og útskriva eina arkitektakapping fyri øki, og tá vinnarin av hesi kapping er funnin, so at virða uppskotið og lata arkitektin fremja verkið til fullnar, uttan dilletantiska uppílegging frá politikkarum og umsiting.

Tað er helst ongin ivi um, at hasar stóru mastrarnar - sum við lagnunar speisemi eru farnar at líkjast dinosaurum, og sum um skamma stund fara at spýta eld um allan Gundadal og hvørs glæma fer at síggjast heilt til Runavíkar ella, og Gud forbjóði tí, heilt til Klakksvíkar – í sínum veldi hóska serliga illa her mitt í Havnini.
Hevði tað av illum verið so, at mastrarnar vóru arkitektonisk listarverk kundi man sagt “lad gå” – men hesir dinosaurarnir - áh so óføroyskt.

Eg tími illa at illgita fólki, men eg kann ikki lata verða við at hugsa – og tað gera kanska nógv við mær – at her man onkur smartur mastraseljari hava verið uppá spæl og hava bjóða føroyingum til eina mastraveitslu og tá hevur stemningurin verið so góður og sølumaðurin so væl talandi, at sonn sæla hevur tikið seg upp millum føroyingarnar, sum alspentir hava skrivað undir ein ljóssáttmála til 40.000 áskoðarar til okkara diminitivu 7.000 áskoðarar.

Tað er at fegnast, um at Oddvør Johansen ger vart við seg um hesar ivasomu varðar í vakra Gundadali – takk fyri tað Oddvør.

Tað er onki at taka seg aftur í, at hasar mastrarnar høvdu helst riggað í London og París, har fótbóltsvallirnir rúma bæði 40.000 og 50.000 áskoðarum við hartil stórum tribunum, sum gott kunnu verða bæði 30 og 50 metrar høgar og hvørs umhvørvi eru 5 til 10 hæddaðir bygningar.

Her hjá okkum áttu vit at proportionera hesar mastrar til okkara vøll og umhvørvi - hvar eru vit og skil, hvar er býararkitekturin í hesum høpi?

Viðlagt eru nøkur dømi um stadionljós, sum kundu rigga hjá okkum – men gakk.......