Diskotek og mótaframsýning á Kambsdali

Leygarkvøldið tann 20.mai kl.23 :30 verður eitt mótaframsýning og diskotek í høllini á Kambsdali. Tað eru mótahandlarnir í Klaksvík, SARA sum selur damu-undirklæðir og MASKULIN sum selur harraklæðir ið vísa fram.

 
 
Áðrenn og aftaná mótashowið, verður stórt diskotek við vælumtókta DJ-Switch úr Havn. 15 ára aldursmark er hetta kvøldið.
 
Bussar koyra til tiltakið úr Havn (ring á tel. 21 64 64) úr Vestmanna/Vágarnar (ring á tel. 21 77 52 ) og Klaksvík/Eysturoynni (ring á tel.50 52 20).