Ditto Harra Jákup Símun Simonsen býráðslimur!

Levi Mørk, býráðslimur í Hoyvík
---------
Nú síggi eg á vágaportalinum í kvøld, at Jákup Símun fær ilt av, at eg vil hjálpa honum og Hoyvík við at fáa nýggjan fótbóltsvøll til Hoyvíkar, t.e, er nýggja staðseting av fótbóltsvøllinum í Hoyvík.
Jú, Harra Jákup Símun Símunsen, býráðslimur, hevur havt málið um staðsetingina fyri á samgongufundum í býráðnum, lat tað nú verða sligið fast.
Eg vísi bara til í mínum skrivi, at nú stendur tú ikki einsamallur í hesum málið og nú eri eg eisini bjóðaður við í hesum dysti, og eg taki av tí tilboði sum eg havi fingið frá fótbóltsáhugaðum í Hoyvík við, at fáa ein nýggja fótbóltsvøll til Hoyvíkar. Møguliga okkurt hendir nú, tá ið eg eri farin til arbeiðis???
Góði Jákup Símun! Haldi bara at tú mást hava eitt sindur av hjálp við hesum fótbóltsvølli. Eg vil bara fegin hjálpa tær upp á sama máta sum, tá ið tú í miðlunum herfyri frøddist um, at ungdómsvirksemi Klubb 188 í Hoyvík var komið á fíggjarlógina fyri 2011. Eg svaraði tær ikki aftur tá, men geri tað so nú.
Tú veit líka so væl sum eg, at skipað tilboð til ungdómin í kommununi eru partar av mínum hjartamálum í hesum valskeiði. Men eg fái ikki nakað ígjøgnum politisk einsamallur. Nei her mugu fleiri atkvøður til. So tá ið tú fórt út í miðlarnar herfyri við nýggja ungdómshúsinum KLUBB 188, tá var talan ikki um nakað fairplay frá tínari síðu. Eg havi skrivað og barst fyri ungdómshúsinum í Hoyvík í fleiri ár, um tú skuldi ivast í tí, og tað havi eg havt á skrá til samgongufund í 2 ár.
Hinvegin havi eg brúk fyri tær í mentamálanevndini fyri at fáa ymisk politisk mál ígjøgnum, líka so væl sum tú hevur brúk fyri mær í byggi- og býarskipanarnevndini fyri at fáa nýggja staðseting til fótbóltsvøllin í Hoyvík ígjøgnum. Soleiðis er politikkur jú einaferð Jákup Símun. Eg havi bara játtað at hjálpa til, tí eg føli at avgerðin í byggi og byarskiparnarnevndini var skeiv og tað vil eg hjálpa tær við at rættað uppá.
Hinvegin havi eg ikki nakað ímóti, at vit í samgonguni er felags um politisk mál. Fótbóltur og ítróttur hevur eisini mín áhuga í mínum arbeiði sum býráðslimur hjá Tórshavnar kommunu.
Tað er annars er gleðiligt, at tú følir at tú hevur verið nóg mikið til arbeiðis við at staðseta nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík. Eg haldi bara sum búgvandi í Hoyvík, at her skal meira arbeiðsorka til.
Tí síggi eg ikki meira í hesum skrivi enn »ditto« til Jákup Símun Simonsen. Lat okkum báðar, nú fara til verka.
Við nýggjari arbeiðsorku.