Divaz vitja Seglloftið

27. desember verður forkunnugt framførsla á Seglloftinum á Tvøroyri, tá ið Malan Eyðunsdóttir, Anna Maria Olsen og Laila Carlsen trína á pallin.

 

Tær eru allar kendar songkvinnur á føroyska tónleikapallinum, og nú hava tær sligið seg saman til bólkin Divaz, og eru longu nú sera vælumtóktar kring landið.

 

Aftur at sær hava tær ein hóp av sera dugnaligum tónleikarum. Handan trummurnar er Henning Hjalt Nicodemussen, sum hevur spælt við Kjølum, All That Rain, Jens Marna Hansen og fleiri øðrum. Gittarleikarin er Jóhan Ziskason, ið óivað er mest kendur úr bólkinum Mark No Limits, men sum eisini hevur spælt við ymiskum bólkum seinastu árini. Bjarki Meitil er bassistur, og Bjarni Lisberg spælir á ljómborð.

 

Heimasíðan tónleikur.fo lýsir bólkin á hendan hátt:

 

-Tónlistarligi stílurin er ein blanding av nýggjum og gomlum. Ein samanrenning av fangandi poppløgum, vøkrum R&B balladum, pumpandi Rock N Roll, frekum Soul og Diva.

 

Tiltakið byrjar kl. 21.00