Djúpt frustreraður floksformaður

Fyrsta, sum rann mær til hugs, tá eg las greinina hjá Høgna Hoydal í blaðnum ónsdagin við heitinum "Hví skulu danskir myndugleikar ráða í Føroyum?", var, at her má vera hent eitt mistak.

 

Jóannes Eidesgaard

??????????????????


Eitt mistak, tí hasa greinina kundi Høgni Hoydal ómøguligt hava skrivað. Høgni Hoydal, sum jú hevur givið síni egnu blaðgreinar út í bók, tí hann ivaleysur helt tær vera kraftfóður fyri føroysku fólkasálina, hann kann neyvan vera farin so eftir hæli.

Annars var næstseinasta greinin hjá Høgna, sum eg enn ikki havi gjørt viðmerkingar til, ein alfaðirlig áheitan á okkum aðrar politikkarar, greinskrivarar og fjølmiðlafólk, at vit við okkara orðavali syrgdu fyri at fáa eit meira virðiligt kjak. Minti meg mest um farisearan, sum takkaði Guði fyri, at hann ikki var sum tollarin, sum sat hinumegin og bardist við sína bøn.

Og so leggur hann út við at kalla meg sambandspolitikkara. Tað má eg so taka til mín, og tað má so Javnaðarflokkurin taka til sín bæði nú og í tíðini, sum kemur. Ikki serliga virðiligt, men mest av øllum einki álitisvekjandi.

Men greinin øll ber sín týðilig boðskap um ein djúpt frustreraðan floksformann, sum setti sær mál, og sum nú má viðurkenna, at úrslitið gjørdist soltið. Hesar frustratiónir skulu út onkursvegna, og onkur má standa fyri skotum, so hví ikki Javnaðarflokkurin og serliga floksformaðurin sum partur av andstøðuni?

So vóru tað spurningarnir. Níggju í tali, sum allir byrja við hví.

Lat meg fyrst øllum siga, at bæði Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard noyðast at taka nakrar søguligar veruleikar sum veruleikar. Heimastýrislógin frá 1948 var samtykt bæði á Løgtingi og á Fólkatingi trý ár fyri, at eg var føddur og nøkur ár fleiri, áðrenn Høgna var føddur. Hvussu gjarna vit enn vilja, so sleppa vit ikki undan hesum politiska arvi. Og hvussu gjarna vit enn vilja, so byrjar søgan og veruleikin ikki við okkum.

Spurningur nr. 1 og nr. 2 um avgerðarrættin í Føroyum er ein og sami spurningur og tí sama svar: Her vil eg vísa til Sjálvstýrislógina, har sagt verður, at Javnaðarflokkurin ynskir, at Føroya Løgting sum umboð fyri Føroya fólk er hægsti myndugleiki í Føroyum. (síða 5 í bóklinginum um Sjálvstýrislógina). Hin vegin, so hava danir ikki størri avgerðarrætt í Føroyum, enn vit loyva teimum. Hesin avgerðarrættur minkar við yvirtøkum, men fellur heilt burtur við loysingini. Sitandi samgonga hevur havt møguleikan til bæði at fremja yvirtøkur og at taka loysingina, men hevur valt yvirtøkurnar.

Spurningur nr. 3 snýr seg um at viðurkenna føroyingar sum tjóð: Javnaðarflokkurin hevði í sínum broytingaruppskoti til samtyktina um Sjálvstýri Føroya Fólks soljóðandi orðing: "Ásannandi, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir at fremja hesa sjálvstýrisætlan fyri restina av hesum valskeiðinum." Lat meg leggja afturat hesum svari, at Javnaðarflokkurin ongantíð hevur stuðlað donsku stjórnini í teirra uppfatan av okkum sum tjóð hvørki so ella so. Kundi skoytt uppí, at tað var Javnaðarflokkurin sum átti uppskotið, sum m.a. eisini Tjóðveldisflokkurin seinni tók undir, har vit ynsktu at føroyskt sjálvandi skuldi vera okkara tjóðar-mál.

Spurningur nr. 4, um hví vit ikki sjálvir samskifta í altjóða viðurskiftum: Hetta er ein avleiðing av tí skipan, sum var gjørd í 1948, og sum eingin meiriluti enn hevur megnað at broytt. Skulu hesi viðurskifti broytast, so skulu Føroyar taka fullveldi. Hetta tilboðið hevur sitandi samgonga við Høgna Hoydal havt liggjandi á borðinum við 4 ára skiftistíð, men valdi landsstýrið í staðin Heimastýrislógina.

Spurningarnir nr. 5, 6 og 7 snúgva seg um familjurætt, uppihaldsloyvi og rætt-arskipanina: Eg eri púra samdur um, at hesi viðurskifti serliga familjurættur og uppihaldsloyvi fyri langari tíð síðan áttu at verið á føroyskum hondum. Hesi viðurskifti kundi eitt nú verið broytt í verandi valskeiði, um landsstýrið og samgongan høvdu ynskt tað. Og hesi málsøki, sum her verða nevnd, umsitur Høgni Hoydal øll sum landsstýrismaður.

Spurningur nr. 8 snýr seg um fólkakirkjuna: Hetta er eisini ein fylgja av skipanini frá 1948, men tað stendur okkum frítt at fremja yvirtøkuna, og sum eg skilji Óla Holm, landsstýrismann, so verður fólkakirkjan yvirtikin 1. jan. 2002, og so finna vit útav seinni, hvussu hon verður skipað. "Det grejer sig i sjøen -politikkur.".

Spurningur nr. 9 er um undirgrundina: Danskir myndugleikar hava als einki at skula at hava sagt um okkara undirgrund. Vit lóggeva, og vit eiga tey møgulig virðir, ið har eru.Hetta er staðfest fleiri ferðir eisini av forsætismálaráðharranum. Eg kann kanska minna Høgna Hoydal á Fimmaran, har Halgir Winther Poulsen væl og virðiliga fekk sett alt hetta møsnið upp á pláss um, at danir kunnu taka undirgrundina aftur. At teir so hava ein yvirvaldsrætt, sum í hesum samanhanginum við undirgrundina er púra uttan praktiskan týdning er so ein onnur søk, sum bert kann broytast við fullveldinum. Men sum áður sagt, tann møguleikan tóku tit ikki av.

Hetta vóru so svarini, sum floksformaðurin ynskti at fáa. Neyvan verður frustratiónin minni av hesum.