Djúpt sár í okkara stoltleika sum siglandi tjóð

Fyri at vera skipari í danska handilsflotanum, er tað ein fortreyt, at tú ert danskur ríkisborgari, tí vil Heðin Mortensen hava at vita frá Høgna Hoydal, hvussu verður hjá føroyskum skiparum á donskum skipum

ÓLAVUR Í BEITI


Í tveimum spurningum vil Heðin Mortensen hava at vita frá sjálvstýrismálaráðharranum, í fyrsta lagi, hvønn ríkisborgararætt fara føroyingar at hava, um so verður, at Føroyar gerast fullveldi, og í øðrum lagi, hvat ítøkiligt ætlar landsstýrið at gera, fyri at føroyskir sjómenn ikki skulu missa rættindini til at sigla sum skiparar í danska handilsflotanum, um føroyingar missa danska ríkisborgararættin?

Í viðmerkingunum, sigur Heðin Mortensen, at danskir politikarar hava gjørt greitt, at um Føroyar gerast fullveldisríki, so verða føroyingar noyddir at velja ímillum føroyskan ella danskan ríkisborgararætt. Talan verður ikki um nakran felags ríkisborgararætt.

? Fyri at vera skipari í danska handilsflotanum, er tað ein fortreyt, at tú ert danskur ríkisborgari. Tí noyðast teir føroyingar, sum í dag manna hesi størv, eftir galdandi skipan annaðhvørt at flyta til Danmarkar at búgva, ella at finna sær eitt nýtt starv, um Føroyar gerast fullveldi.

? Hetta merkir ikki bara, at vit fáa eina fólkafráflyting, har skiparar við familjum stinga í sekkin, men hetta verður so sannliga eisini eitt djúpt sár í okkara stoltleika sum siglandi tjóð, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingunum.