Djúpumýra eitur nú Injector Arena

Tað verður í Injector Arena, at KÍ í framtíðini fer at spæla sínar heimadystir. Hetta skrivar heimasíðan hjá Norðlýsinum.

Tað er felagið Injector Doors, sum sponsorerar Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tað er ikki ókent í øðrum londum, at leikvallir fáa tílík nøvn, og hetta verður nú roynt í Føroyum á fyrsta sinni.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsi, at kjakast var um orðið ?leikvøllur? skuldi verða partur av navninum. ?Arena? er latín og lættari at brúka, og tískil verður hetta heldur nýtt.

Tað er einans leikvøllurin, sum hevur navnið Injector Arena. Økið kring vøllin eitur framvegis Djúpúmýra, sum tað hevur gjørt í mannaminni.