Djúpvatnsflotin kann fara fyri bakka

- Tá viðurskifti broytast so fullkomiliga, sum við øktu oljuprísunum, er neyðugt, at allir partar viðvirka til at finna loysnir, so vinnan kann halda fram, sigur reiðarin og nevndarlimurin í felagnum Lemmatrolarar, Mikkjal Hammer

Fiskifloti

 

Mikkjal Hammer er reiðari á lemmatrolaranum Sjagakletti, sum P/F Sjagaklettur í Hvalba eigur. Teir, sum eiga hetta partafelag, er felagið P/F Steintór, sum eisini eigur lemmatrolaran Steintór. Ein triði lemmatrolari er eisini í Hvalba. Tað er Niels Pauli, ið var hin fyrsti, sum kom til bygdar. Niels Pauli kom sum nýbygningur í 1983. Teir, ið eiga skipið, eru í fyrsta lagi menninir, sum eru knýttir at hesum skipi.

Umframt at vera reiðari, er Mikkjal Hammer eisini nevndarlimur í felagnum hjá Lemmatrolarum, har hann eisini hevur sitið sum formaður.

 

Vánalig úrslit

Tá ið grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe legði fram sína árligu roknskapargreining yvir fiskiskipaflotan fyri árið 2006 – við útlitum fyri árið 2007, sást, at lemmatrolarar samanlagt hava havt eitt lítið avlop á rakstrinum. Hetta avlop liggur um einar 2 miljónir krónur tilsamans, men roknað yvir allan hendan bólkin, er hetta einki at tosa um.

Við uppí søguna hoyrir, at nøkur av hesum skipum hava klárað seg so nøkulunda, meðan fleiri hava klárað seg illa og hava negativ tøl á botnlinjuni.

Mikkjal Hammer sigur, at í løtuni eru tvey av teirra skipum á Tórshavnar Skipasmiðju til umvælingar. Tey eru Steintór og Sjagaklettur.

Niels Pauli er til fiskiskap.

Fyri at fáa fulla greiði á, hvørji tey 13 skipini í bólkinum hjá lemmatrolarum eru, kunnu vit upplýsa, at umframt hvalbiartrolararnar, eru Rankin, Rasmus Effersøe, Suðringur og Phoenix heimahoyrandi á Tvøroyri, Sunbeam og Beinisvørð í Vági, Brestir og Eydna (gamli Vesturvarði) í Havn og Vesturskin og Vesturleiki (gamli Beinir) í Sørvági.

Í seinastuni hevur ljóðað, at okkurt av hesum skipum er lagt - og okkurt er lýst til sølu, men Mikkjal Hammer sigur seg ikki vilja gera viðmerkingar til hetta.

- Tað er rætt, at okkurt av hesum skipum er lýst til sølu, og í øðrum føri eru skip til umvælingar.

Hann vísir á, at Rankin liggur og ger ymiskar umvælingar, og í Vági verða nýggju skipini í løtuni riggaði til fiskiskap.

 

Oljan tyngjandi

- Tað er greitt, at støðan hjá lemmatrolarum er vánalig og í løtuni rættiliga óviss, nú oljuprísirnir eru vorðnir so høgir. Tey størru skipini brúka stívliga 6.000 litrar av olju um samdøgnið og tey smærru slakar 5.000 litrar. Hetta svarar til ávikavist 1,8 miljónir litrar og 1,3 miljónir litrar um árið – ella úr 5 miljónum krónum upp í einar 7 miljónir krónur í olju um árið.

Mikkjal vísir á, at teir størru lemmatrolararnir fiska fyri stívliga 20 miljónir krónur um árið – og tey smærru fyri einar 14 miljónir krónur.

- Soleiðis fer oljan avstað við umleið einum triðingi av veiðivirðinum hjá hesum skipum, og tað gongur ikki í longdini, leggur hann aftrat.

Hann sigur, at oftast roynist ein partur av árinum vánaligur, men ymiskt er, hvør árstíðin er.

- Vit kunnu ikki beinleiðis siga, hvør tíð roynist ringast, men tá ið árið er úti, hava vit sum oftast havt eina tríggjar mánaðir, har feløgini, sum eiga hesi skipini, noyddust at rinda pening út av lummanum fyri, at skipini kundu loysa.

Mikkjal sigur, at soleiðis fer oljan avstað við væl meira enn einum triðingi av veiðivirðinum hjá hesum skipabólki skiftandi tíðir av árinum.

- Hetta hendir, tá ið fiskiskapurin er vánaligur, og fiskaprísirnir fella. Um summarið eru fleiri virkir stongd, eins og tørvurin á arbeiðsfólki í framleiðsluliðnum kann ávirka møguleikarnar hjá virkjunum at keypa fiskin fyri líkinda prís – eisini aðrar tíðin av árinum.

Eitt, sum bæði feløg, ið eiga skip, fiskakeyparar og fiskaútflytarar hava funnist at í seinastuni, er flutningurin av fiskavørum úr Føroyum.

- Tað vísir seg, at henda tænasta svíkur oftari nú enn áður, og tað er greitt, at hetta gongur útyvir fiskaprísirnar, tí keyparar aftra seg við at keypa undir ivingarsomum umstøðum við flutningi.

Mikkjal sigur, at hetta gongur ikki minst útyvir tey fiskasløg, sum lemmatrolararnir veiða, tí hesi enda partvís á feskfiskamarknaðinum.

 

At partrola

Nevndarlimurin í felagnum Lemmatrolarar vísir á, at tá ið umstøðurnar hjá hesum parti av flotanum eru vorðnar so truplar, er greitt, at menn gera alt fyri at reka skipini so bíliga sum tilber.

- Vit hava tí viðgjørt ymiskar møguleikar, og ein av hesum er, um tað kanska hevði verið ein gongd leið at roynt við partroli.

Hann sigur, at tað eru eini seks ár, síðan hesin spurningur fyrstu ferð kom uppat venda, og at felagið kannaði málið hjá fiskiveiðimyndugleikunum.

- Vit hava tikið spurningin upp við landsstýrið, men har er einki hent. Undir seinastu landsstýrissamgongu varð spurningurin eisini reistur, men landsstýrismaðurin vildi ikki geva okkum loyvi at royna við partroli, hóast hugsandi er, at nógvur peningur er at spara í oljuútreiðslum.

Nú feløg, ið varða av lemmatrolarum, aftur hava vent sær til landsstýrið, fegnast Mikkjal Hammer um, at nýggi landsstýrismaðurin er sinnaður at røða um spurningin og koma til eina niðurstøðu í hesum máli.

- Teir, ið hava skil fyri partoli og vita, hvat tað í síni tíð merkti fyri teir smærru trolararnar, siga, at oljuútreiðslurnar minkaðu við 40%. Hetta hevði sjálvsagt verið munagott og kundi soleiðis verið ein partur av loysnini, um partrol annars vísir seg at rigga í okkara veiði.

Hann sigur, at nú so nógv verður tosað um útlát, minni oljunýtslu og reinari umhvørvi, dugir hann ikki at síggja teir stóru trupulleikarnar við at loyva lemmatrolarum at partrola.

- Í mínari verð tikist tað hol í høvdi, sum hann tekur til, at myndugleikarnir skulu aftra seg við at loyva partroli hjá lemmatrolarum, tí honum kunnugt stendur einki í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum forðar hesum.

Mikkjal Hammer heldur tað eisini vera spell, at Fiskimannafelagið skal vera so avgjørt um, at tað als ikki kann koma upp á tal, at fiskimenn luttaka í einum parti av øktu oljuútreiðslunum, sum nú eru við at taka grundarlagið undan lemmatrolarunum, sum hóast alt geva arbeiði til nógvan fiskimenn, eins og teir geva grundarlag fyri stórum virksemi uppi á landi.

- Tá viðurskiftini broytast so fullkomiliga, sum við øktu oljuprísunum, er neyðugt, at allir partar viðvirka til at finna loysnir, so vinnan kann halda fram, sigur reiðarin og nevndarlimurin í felagnum Lemmatrolarar.