Danska veðurstovan DMI roknar við skiftandi veðri um vikuskiftið. Fyrrapartin verður nakað av vindi og regni, men seinnapartin minkar vindurin, og tað verður turrari. Í morgin verður aftur meira illsligt.
DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av eystri og landsynningi. Samdrigið og regn. Seinnapartin 3-8 m/s av suðri, tað verður klárari í veðrinum og nakað av sól. Hitin milum 3 og 7 stig. Í kvød og í nátt 8-13 m/s av eystri og landsynningi. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin verður millum frostmarkið og 5 stig.
Sunnudagin vera 10-15 m/s av landsynnngi. Mest skýggjað og ælaveður. Hitin verður millum 3 og 7 stig.