DMS-vitjan í Føroyum 14.?21. mars

Tíðindaskriv

DMS, sum stendur fyri Dansk Missions Selskab, og sum hevur eina undirdeild í Føroyum, vitjar okkum í eina viku. Tað er Else Krog, sum hevur verið trúboðari í India í 33 ár, og sum í seinasta skeiði sínum varð send út úr Føroyum 18.03.90 við gudstænastu í Havnar kirkju, har Ejvind Vilhelm, bispur, prædikaði, sum nú kemur at vitja aftur at siga frá sínum arbeiði í India og heilsa upp á vinir og kenningar, sum hava stuðlað henni so væl øll hesi árini.

Umframt sum trúboðari hevur hon staðið sum leiðari av einum einkjuheimi, nevnt »Libanon«, sum peningaliga er stuðlað av DMS deildini í Føroyum. Harafturat hevur hon eisini verið leiðari av einum stórum dreingjaskúla, og hava hesi bæði størv givið henni høvi til at koma í samband við ein hóp av fólki, sum so eisini fingu kristna gleðiboðskapin at hoyra. Arbeiðið hevur verið í Tamil Nadu økinum í góðum samarbeiði við Arcot Lutheran Church, haðani prestar eisini hava vitjað hendan vegin og eisini verið í Føroyum.

Nú er Else Krog farin frá fyri aldur, men vil fegin nýta nakað av síni tíð heima at siga frá og stuðla missións arbeiðinum. Hon er nú búsitandi í Billum.

Við í ferðini er landsskrivari í DMS, Jørgen Smed.

Vitjað verður hesi støð:

Í Vágum leygardagin 14. mars og sunnudagin 15. mars: Bæði.

Í Vestmanna mánadagin 16. mars: Bæði.

Í Nólsoy mikuagin 18. mars: Else Krog.

Á Skála mikudagin 18. mars: Jørgen Smed.

Á Toftum hósdagin 19. mars: Jørgen Smed.

Í Klaksvík hósdagin 19. mars: Else Krog.

Í Tórshavn fríggjadagin 20. mars: Bæði.


Møguligar broytingar kunnu koma fyri.


DMS nevndin