Dømdur í tvey ára arbeiðslegu tí dóttirin teknaði krígstekning

Ein 13 ára gomul russisk genta endaði á barnaheimi, eftir at hon teknaði eina tekning um kríggið í Ukraina – og fanst at Russlandi. Pápin er dømdur í tvey ára arbeiðslegu

 

Mamman hevur nú verið eftir gentuna á barnaheiminum, har hon var send eftir at hon teknaði eina tekning, sum var atfinningarsom um kríggið í Urkaina.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

13 ára gamla gentan hevur eftir øllum at døma ikki havt samband við mammuna í minst sjey ár.

Pápi hennara, Aleksej Moskaljov, er dømdur í tvey ára arbeiðslegur fyri at hava vanærað russiska herin við tekningini hjá dóttrini.

Tekningin vísir russiskar rakettir, sum flúgva ímóti Ukraina, og orðini »Leingi livi Ukraina« og »Nei til Putin, nei til kríggj«. Gentan, sum eitur Maria og eisini verður nevnd Masja, gjørdi tekningina í fjør í einum myndlistartíma í skúlanum.

Russland hevur síðani kríggið í Ukraina, sum byrjaði 24. februar í 2022, sett í gildi strangar revsingar fyri at vanæra vápnaðu deildirnar.

Tann 13 ára gamla gentan búði einsamøll saman við pápanum, til hann varð handtikin.

Russiski kommiserurin fyri barnarættindi, Maria Lvova-Belova, sigur, at hon hevur tosað við gentuna og mammuna, sum eitur Olga.

 

##med2##

– Masja vildi ikki fara við mammuni í fystu syftu, og hugsan hennara skal takast við til uhugsunnar, tá avgerð skal takast. Nú hevur hon broytt hgugsan. Tað hevur hon sjálv sagt mær, sigur Maria Lvova-Belova.

Tað framgongur ikki, hví gentan og mamman ikki hava havt samband í sjey ár, ella hví tann 13 ára gamla gentan skal hava broytt hugsan.

Altjóða revsidómstólurin ISS sendi í mars út eini handtøkuboð upp á russiska kommiserin Mariu Lvova-Belova.

Tað var tí, at Russland hevur burturflutt fleiri ukrainsk børn til øki undir russiskum ræði, og tað er sambært ST krígsbrotsgerð.

Reuters skrivaði mikudagin, at ein russiskur dómstólur skal taka støðu til foreldarmyndugleikan hjá 13 ára gomlu gentuni.

Um foreldramyndugleikin hjá pápanum verður tikin, fær russiski staturin helst meira vald til at ráða yvir, hvat skal henda við gentuni.

/ritzau/