Myndina tók Ejin Olsen

Doktarahúsini skjótt 100 ára gomul

Ætlanin er, at vindeyguni til húsini, sum nú skulu skiftast, skulu gerast soleiðis, sum tey upprunaliga sóu út

Myndina tók Ejin Olsen

- Doktarahúsini í Heiðunum verða skjótt hundrað ára gomul, og nú er tørvur á, at vindeygu og hurðar verða skift.

 

Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

Ætlanin er, siga tey, at vindeyguni verða gjørd soleiðis, sum tey upprunaliga sóu út. 

 

Í morgun skrivaðu Jákup Joensen fyri Snikkaravirkið á Rituvíkshálsi, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, undir sáttmála um gerð og íseting av hurðum og vindeygum.

 

- Í nógv ár hava Doktarahúsini verið brúkt sum barnalon hjá dagrøktini í Runavíkar kommunu, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

Myndina tók Ejin Olsen