Dollarin nærkast 5 krónum

Amerikanski dollarin fellur støðugt í virði, og í morgun kom virðið niður á tað lægsta í næstan eitt ár. Avleiðingin er, at dollarin er viknaður samanborið við evruna, donsku krónuna og fleiri onnur gjaldoyru.

Nakað eftir klokkan seks í morgun okkara tíð kom dollarin niður á 5,0715 krónur, og so sterk hevur danska krónan ikki verið mótvegis dollaranum síðani í september í fjør, skrivar Ritzau.

Bloomberg News skrivaði í morgun, at íleggjarar eru vorðnir meiri váðafúsir, enn teir hava verið, og at tað ger, at gjaldoyru, sum íleggjarar vanliga gera íløgu í, fella í virði. Millum hesi gjaldoyru er amerikanski dollarin.