Ein av grøvunum í gamla kirkjugarði er tann hjá Daniel J Danielsen (1871-1916). Tað, sum hansara gravsteinur serliga brýtur av frá øllum hinum gravsteinunum, eru hesi orðini:
Virkaði í Kongo 1901-1903.
Tey eru nógv sum vita, at Dollin, sum hann varð kallaður, var fyrsti føroyingurin, sum gjørdist trúboðari úti í heiminum.
Men tey eru fá, sum vita meira um hann. Eingin kennir til fulnar hansara leiklut, tá ið hann kom til ilnar við belgisku stjórnina, tá ið hann var við at kanna viðferðina av fólkinum, framd av einum teimum størstu bølmennunum í søguni, nevniliga belgiska konginum Leopold II.
Í bókini ”Men Gud gav vøkst” hjá Sigurd Berghamar verður leysliga nomið við hendan partin av søguni hjá Dollanum. Síðan hava vit fingið eina óprentaða frásøgn hjá Andrew Sloan um lívið hjá honum, har tað verður komið nakað meira inn á hendan partin av hansara lívi. Tó verður her sagt, at Dollin segði lítið um hetta, og nógv av tí, hann segði, er heldur ikki niðurskrivað, meðan tíð var. Men nú vita vit munandi meira.
Henda frásøgn er vorðin til av eitt slag av tilvild. Var ein dagin inni á gólvinum hjá Jórun og Osmund Justinussen. Dollin var systkinabarn abba Jórun, Gunnar Danielsen, og hon helt, at her mátti okkurt vera at skriva um. Fekk frá henni hesa frásøgn hjá Andrew Sloan. Her var ein slóð, sum kallaðist Roger Casement, og var hetta byrjanin til eina kanning, har úrslitið er ein spennandi søga um ein havnarmann, sum gav sítt íkast at koppa Lepold II kongi, sum rak Congo sum sína privatu ogn á ein ræðuligan hátt.
Tað eru nógvar keldur, sum hava givið sítt íkast til hesa frásøgn. Til stóra hjálp hevur verið Espen Wæhle frá danska Nationalmuseet, sum hevur eitt stórt savn úr Congo, og sum eisini beint hevur havt eina serframsýning um hetta land. Tá royndu teir eisini at fáa tilfar úr Føroyum, men tá var tað sera avmarkað, hvussu nógv ið fanst. Men tað tilfar, sum nú er komið undan kavi verður sent Nationalmuseet.
Onnur góð hjálp hevur verið danski rithøvundurin og Congoserfrøðingurin Peter Tygesen, sum hevur skrivað bókina ”Congo –formoder jeg.” Tað eru eisini nógvar føroyskur keldur.
Tað er eydnast at fáa hendur á frágreiðingini hjá Roger Casement, sum verður umrøddur seinni.
Alt í alt er hetta tískil ein spennandi frásøgn, og hetta ger hansara grøv til eina ta mest merkisverdu í kirkjugarðinum. Daniel er eitt dømi um, at tað er ikki bert í dag, at føroyingar gera vart við seg úti í heimi. Tað gjørdu teir eisini fyri 100 árum síðani.
Henda frásøgnin kemur í komandi tríggjar Miðvikurnar, og hetta er kanska ein tann mest forvitnisliga frásøgn um ein føroying í nýggjari tíð.
Var føddur uttanfyri hjúnarlag
Daniel var føddur í 1871. Mamma hansara var Sigrid Danielsen. Hon var niðri í Danmark, tá ið hon fekk Daniel uttan fyri hjúnarlag. Men vit hava funnið fram til navnið á pápanum, ”smedesvend” Ludvig Jørgensen, og at Daniel er doyptur í Vore Frue Kirke, dómkirkjuni í Keypmannahavn 22. oktober 1871.
Vit hava eisini søguna um sjálvan gravsteinin. Í 1915 byrjaði Daniel saman við Arthur Brend at geva út blaðið Naade og Sandhed.
Tá ið Daniel var deyður í 1916 tók blaðið stig til eina innsavning til ein minnisstein yvir Daniel, sum skuldi reisast ársdagin fyri deyða hansara, tað vil siga 16. oktober 1917. Í blaðnum, har boðað verður frá hesi innsavning, er ein long grein hjá Daniel sum kallast ”Hvad vil det siga at være en kristen?”. Tað kom væl av peningi inn, og úrslitið var ein steinur sum sambært blaðnum hevði hesa innskrift:
MISSIONÆR
D.J. DANIELSEN
EN UFORFÆRDET PRÆDIKER
AF GUDS ORD
F. 25. JUNI 1871 I KØBENHAVN
FØDT PAANY 22. OKTOBER 1899
I GLASGOW, SKOTLAND
Arbejdede i Herrens Gerning ude i Congo 1901-1903. Indviede de sidste tolv Aar af sit Liv til Evangeliets Forkyndelse paa Færøerne.
Lig de tre Søskende i Betania Annammede og tjente han Jesus, sad ved Jesu Fødder og hørte Hans Ord, og ”for hans Skyld troede mange” af hans Landsmænd paa Frelseren. (Lukas 10,38-39, Johs. 12.2-11)
Hans sidste Ord var:
Nu er jeg klar. Han kommer! For mig er Livet Kristus og Døden en Vinding.
(Fil. 1,21)
Læsere af Missionsbladet ”Naade og Sandhed for unge og gamle” rejste ham denne Mindesten.
Hetta hevur verið ein drúgv innskrift á einum gravarsteini. Blaðið lovaði seinni mynd av steininum, men hon kom so ikki.
Sum vit hava skilt á ættini hjá Daniel, so er hesin steinur koppaður eina ferð, og plátan við innskriftini er oyðiløgd. Tá er komin ein heilt nýggj meira einfald innskrift, hesa ferð á føroyskum.
Um nakar annars veit nakað um Daniel og konu hansara Linu vilja vit fegin frætta.
Komandi partur:
Í komandi parti av hesi røð verður greitt frá grøvini hjá mammu Daniel, Siggu, mann hennara Jákup Jacobsen Baja og soni teirra Magnus. Her liggur eisini dóttir hansara Sigga, uppkallað eftir ommuni.