"Dómadagsfiskur" fær nógv uppmerksemi á netinum

Fiskurin, sum kann gerast uppi í átta metrar langur, heldur til langt niðri í myrka dýpinum, har einki sólarljós røkkur niður.

Ein mynd av einum sjáldsomum sildakongi - eisini kendur sum "dómadagsfiskur" í onkrum londum - hevur fingið netið í kók. Fiskurin, sum kann gerast uppi heilar átta metrar langur, verður sagdur at vera longsti beinfiskur, ið er til, og tey eru mong, sum ongantíð hava sæð ein slíkan.

 

Orsøkin til, at fiskurin í onkrum londum eisini verður róptur "dómadagsfiskur", er, at fiskurin ber orð fyri ikki at boða frá góðum. Fiskurin, sum tveir menn fingu, og sum er vístur á Facebook-vanganum Fishing Australia, hevur fingið nógv uppmerksemi. 

 

Fleiri lesarar ivast í, um fiskurin, sum menninir á myndini standa við, er veruligur, men tað er hann. Myndin hevur fingið fleiri enn 1400 viðmerkingar, og í gjár var hon deild heilar 534 ferðir. Avstralska ávísin, Herald Sun, skrivar eisini um "dómadagsfiskin".

 

Myndin er av tveimum vinmonnum, sum standa við hesum "gigantiska" djúphavsfiski, sum sjáldan er sæddur av menniskjum. Sambært leksikon um fiskar, kann ein stórur sildakongur viga 340 pund.

 

Fiskurin heldur til langt niðri í myrka dýpinum, har einki sólarljós røkkur niður. Sagt verður, at tað er sjáldan, at ein sildakongur verður sæddur livandi, og tá hann verður funnin uppi á landi, er hann sjálvsagt deyður.

 

##med2##