Dómararnir nokta at døma í Runavík

Sum skilst hevur dómarafelagið boðað frá, at dómararnir nokta at døma í Runavík

In.fo hevur fingið upplýst, at Dómarafelagið hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at dómararnir nokta at døma við Løkin í Runavík, um viðurskiftini hjá dómarunum ikki verða broytt.

 

Hetta er eitt eftirspæl frá ógvusligu hendingini fríggjakvøldið, tá ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, legði á dómaran. Fyrst á vøllinum stutt eftir dystarlok og seinni inni í Bylgjuni, har dómararnir skifta.

 

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbótbóltssambandinum, sigur við Dimmalætting, at hann fyribils ikki hevur ein viðmerking. Kári á Høvdanum, dómarin í dystinum, sigur við Dimmalætting, at hann hevur fingið eina umbering, men vísur á at hetta var als ikki í lagi.

 

Formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen, nýtti ikki høvi at biðja um umbering fyri hendingina, men heldur at leggja eftir vánaligu dømingini í dystinum, sum dómaraleiðarin, Lassin Isaksen, ikki kendi seg aftur í.

 

Fríggjadagin klokkan 17 skal NSÍ spæla móti 07 Vestur við Løkin. Sum skilst, so krevur Dómarafealgið broytingar fyri trygdini hjá dómarunum, um teirra dómarar skulu døma dystin.