Dómur feldur yvir tvey Sea Shepherd fólk

Tvey Sea Shepherd fólk, ið vórðu handtikin í Fuglafirði, vórðu í dag dømd fyri brot á politiviðtøkurnar.

Rættarfundur var í Føroya rætti í dag, har ákæruvaldið hevði reist ákæru móti tveimum Sea Shepherd limum, ið vórðu handtiknir á sandinum í Fuglafirði, tá ein grind varð hildin til og merkt.


Ákæruvaldið kravdi at tey bæði ákærdu fingu ein dóm á 1.000 krónur fyri at hava tikið seg inn í eitt avbyrgt øki uttan loyvi. Harumframt førdi ákæruvaldið fram, at talan ikki var um nakran einstaklingar, ið tóku eina avgerð á staðnum, men at tey ákærdu vóru saman um hetta, og høvdu frammanundan ætlanir um at órógva almenna friðin.


Verjin hjá teimum ákærdu, Jógvan Páll Lassen, upplýsti, at tað ákærdu noktaðu seg sek, tí tey mettu, at donsku myndugleikarnir í Føroyum eru bundnir at fylgja teimum altjóða avtalum og samtyktum, ið Danmark er ein partur av, harímillum samtyktini ikki at veiða hval.


Dómarin gav ákæruvaldinum viðhald og álegði Sea Shepherd fólkunum at rinda hvør sína bót á 1.000 krónur umframt sakarmálskostnaðin. Um tey ikki ynsktu at rinda bótina, so skulu tey inn at sita í seks dagar.


Dómurin verður nú sendur danska útlendingastýrinum, ið skal taka støðu til, um tey dømdu skulu vísast av landinum.