- Dómurin er ógvuliga greiður. Tú kanst ikki snýta ein, sum veit, at hann verður snýttur.
Tað segði Jógvan Páll Lassen, advokatur, tá hann var við í sendingini Radarin hjá Kringvarpinum seinnapartin í dag.
- Tað vóru viðurskifti í fyritøkuni í Sørvági, har vørur vórðu útleveraðar og seldar uttan tollavgreiðslu. Men, málið er áður kannað av løgregluni, og fútin gjørdi av ikki at reisa ákæru.
Jógvan Páll Lassen vísir á, at tað er faktiskt har, vit eru - at tað ber ikki til at snýta ein, sum veit, at hann verður snýttur.
- Í hesum førinum var talan um, at bæði á lokalum og landsplani vistu tey, hvat gekk fyri seg, men eingin gjørdi nakað. Hetta var eisini vánalig umsiting.
Advokaturin heldur, at dómurin, sum er sagdur í Føroya Rætti í dag og sum reinsar Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá skuldsetingum um snýt, svik og tilvitað at draga tap upp á landskassan er greiður.