Hann hevur ikki havt tað lætt, og trýstið hevur verið øðiligt á herðunum á tí kenda italiumanninum, ið varð kendur í sínari tíð sum høgri vongur á vælspælandi Milan liðnum, fyrst í 90-unum
Tað vóru ikki øll, ið dámdu so væl, tá Donadoni var settur sum landsliðsvenjari, og tær røddirnar komu rættuliga til sjóndar, tá James McFadden skoraði móti Italia herfyri, og ákoyringarnar vóru øðiligar. Men í vikuskiftinum, tá Italiumenn megnaðu at vinna á Hampden Park í Skotlandi, kundi Donadoni byrja at brosa og føla seg tryggjaðan, tí við einum sigri móti Føroyum kann hann tryggja Italiu eitt fyrsta pláss í bólki B í EM-undanspælinum. Donadoni vil tó ikki viðganga at tað verður ein avgreiðsluspurningur. Tann stilli og dámligi Italiumaðurin metir at Italiumenn mugu vera 100 % til reiðar, fyri at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum.