Oljufund
Danska oljufelagið DONG, sum gerst alt meira virkið á Atlantsmótinum, eigur 10% av fundinum, sum er gjørt við føroyska markið. ChevronTexaco eigur 40%, Statoil 30% og OMV 20%. Søren Gath Hansen, stjóri fyri oljuleiting hjá felagnum sigur, at hetta fundið er við til at styrkja olju- og gassvirksemið hjá felagnum í einum øki, sum helst verður eitt av teimum týdningarmestu fyri framleiðslu av olju og gassi í Europa.
Eisini leitistjórin Jan Terje Edvardsen, sum stendur fyri tí praktiska arbeiðinum á Atlantsmótinum, er sera fegin um nýggja oljufundið: -Hetta er eitt úrslit av eini miðvísari leitistrategi í økinum, og skulu nú fleiri brunnar borast fyri at meta um kelduna. Hetta fundið skundar eisini undir víðari leiting í økinum millum Føroyar og Hetland, har vit síggja góðar møguleikar fyri fleiri nýggjum olju og gassfundum.
Dong upplýsir, at feløgini í b runninum longu áðrenn fundið varð gjørt, tryggjaðu sær týðandi teigar rundan um Rosebank/Lochnagar økið. Haraftrat er felagið við í føroysku útbjóðingini. Dong hevur annars víkðað sítt virksemi á norskum øki. Herfyri keypti felagið lutin hjá BP í gassskelduni Ormen Lange og nú um dagarnar fekk tað tillutað fýra nýggj leitiloyvi á norksa landgrunninum.