Donsk F16-flogfør eru við í leitingini eftir libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi. Danska flogvápnið sigur, at donsk flogfør hava søkt at málum millum høvuðsstaðin Tripoli og býin Sirte, haðani Gaddafi er ættaður.
Samstundis hava NATO-flogfør søkt at málum millum Tripoli og býin Bani Walid. Talsmenn hjá uppreistrarleiðsluni siga tað vera mest sannlíkt, at Gaddafi fjalir seg í Sirte ella í Ben Walid.
Tíðindastovurnar skriva, at tað eru framvegis skotbardagar millum uppreistrarmenn og hermenn, sum eru Gaddafi trúgvir. Bardagar eru bæði í Sirte og í Bani Walid. Uppreistrarleiðslan hevur givið Gaddafi-hermonnunum freist til leygardagin at geva seg yvir.