Donsk sending: Til Føroya at binda

Christine Feldthaus og Lærke Bagger vitja í Føroyum í nýggjari sending

Í nýggjari sending hjá Danmarks Radio koma lívsstíleksperturin Christine Feldthaus og sniðgevin Lærke Bagger til Føroya fyri at binda.

 

Tær vitja í hesum sambandi ymsastaðni fyri at fáa íblástur og tilfar at binda við. Til dømis vitjar Lærke Bagger í Guðrun & Guðrun, sum hon sær nógv upp til. Og Christine Feldthaus fer ein stimitúr. Saman fara tær eisini á fjall, og tær sleppa eisini at royta seyð. 

 

Sendingin kallast "Feldthaus & Bagger taber masken: Færøerne - Kaos på fjeldet". Hon kann síggjast á heimasíðuni hjá DR TV - trýst HER.