ROYAL LIGAN
Tað hilnaðist illa hjá teimum fýra donsku feløgunum, tá ið tað í vikuskiftinum aftur gjørdist álvari. Talan var um fjórða av seks umførum í Royalu liguni.
FCK var á heimavølli í Parkini ímóti norska Tromsø. Uppgerðin var søgulig á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at takið var á undir fótbóltsdysti, soleiðis at Parkin harvið varð størsta innandura høllin yvirhøvur í Danmark.
Úrslitið varð 2-2, eftir at Tromsø eitt skifti í 1. hálvleiki hevði verið frammanfyri við tveimum málum. Zuma og Álvaro Santos vóru í FCK álopinum, og teir skoraðu hvør sítt mál. Álvaro skoraði einasta málið í 2. hálvleiki við brotssparki. Hóast FCK í 28 minuttir spældi ellivu móti tíggju, so eydnaðist teimum ikki at skjóta sigursmálið.
Einki sást til Toda Jónsson. Hann var ikki við, tí hann hevði ein lítlan løst at dragast við.
- Talan er ikki um skaða av tí slagnum, sum so ofta og leingi hevur hildið mær burtur frá fótbóltinum. Eg fekk í vikuni ein lítlan vøddaskaða frammanfyri á lærinum, og tað varð hildið óneyðugt at taka nakrar kjansir, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni hjá sær.
Næsti dysturin hjá FCK verður hóskvøldið, tá ið teir skulu spæla ímóti Brøndby. Um møguleikin at halda fram í kappingini framvegis skal vera veruleiki, so verður neyðugt við trimum stigum. So í hvussu so er annað felagið fer úr kappingini hóskvøldið.
Hjá Brøndby hilnaðist tað illa, tá ið teir sunnudagin vóru í Göteborg og spældu ímóti IFK. Úrslitið á tunga og óslætta vøllinum var 3-0 til heimaliðið, sum gjørdi øll málini undan nógva vindinum í 1. hálvleiki.
Halmstad vann á heimavølli 2-1 á OB, og í Tróndheimi vann Rosenborg 1-0 á Esbjerg. Í Malmø var eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum, sum vann 2-0 á Brann úr Bergen.