Doru hevði sín fyrsta dag á Norðhavinum

Høgættin hevur verið drúgv í vetur, og tað hevur viðrað sera illa í vártíðini higartil í ár.

 

Tað hevur viðrað illa í vártíðini norðan fyri higartil, og so at siga einki er komið burturúr. Hetta er tíðin, tá góður snelluútróður annars plagdi at vera norðan fyri, tá várið royndist til veður og fiskiskap.

 

Ein av teimum, sum hevur verið á Norðhavinum við snellu hvørt einasta vár síðan 1995, er Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum hevur røtur í Rumenia, men hevur búð longri í Føroyum enn í heimlandinum. 

 

Tey fyrstu árini var hann parttíðar útróðrarmaður. 

 

Men, nú í fleiri ár hevur hann verið útróðrarmaður burturav, og seinasta leygardag var hann sín fyrsta túr á Norðhavinum við snellu í ár.

 

Doru Tiberiu á Torvlaðnum sigur, at tað vóru vánalig líkindi henda dagin, og fiskiskapurin royndist heldur ikki.

 

- Nei, fiskiskapurin royndist ikki. Vit vóru nakrir bátar, sum fóru av Eiði leygarmorgunin, og bátarnir lógu millum 150 og 700 pund, sum er heldur vánaligur snelluútróður hesa ársins tíð.

 

Útróðrarmaðurin sigur, at hóast líkindini vóru vánalig, var hann tó úti á eini 14-17 fjórðingum. Fiskurin, sum var at fáa, var góður, og at síggja til er hetta fiskur, sum nýliga er komin inn á várleiðirnar.

 

- Summi ár gýtir fiskurin fyrr og onnur ár seinni. Eftir rognunum at døma er fiskurin kanska heldur seinur í ár. Men, tað er trupult at siga. Eg vóni, at vit fara at fáa nakað av fiski norðan fyri, sum várið líður.

 

Doru Tiberiu á Torvlaðnum sigur, at besta tíðin til várfisk vanliga plagar at vera fram til páskir.

 

- Men, onkur ár havi eg havt bátin liggjandi á Eiði longur út á várið og heilt út í mai ella juni, tí summi ár hevur tað eisini eydnast at fáa fisk her norðuri seinni eisini, leggur hann aftrat.