Doru á Torvlaðnum er føddur í Bucarest í 1954 og búsettist í Føroyum í 1989.
Fyrstu árini arbeiddi hann á Jarðfrøðisavninum, sum tá var ein mikrostovnur við 3-4 starvsfólkum. Seinni gjørdist hann goymsluleiðari á savninum, tá tað varð lagt saman við Oljumálastýrið í Brekkutúni. Hetta starv hevur hann røkt í sløk 10 ár.
Størsti áhugugi hansara er útróður. Síðsta hálva árið hevur hann róð út burtur av, við snotuliga báti sínum. Hóast føddur stórbýarbúgvi, so trívist hann eina best á sjónum. Doru gongur høgt upp í yrkið sum útróðrarmaður og hevur sett seg gjølla inn í serligu viðurskiftini, sum eru galdandi kring Føroyar.
Hann hevur funnið sítt pláss her í Føroyum og fáur er meiri heimkærur enn hann.
Doru er giftur Guðrið, og tey eiga børnini Sólveig 5 ár og Poul Jóhan 4 ár.