Dóttir Saddam Hussein, fyrrverandi einaræðisharran í Irak, Raghad Hussein, er dømd í sjey ára fongsul - in absentia - sum tað kallast.
Hon hevur fingið henda dóm í Irak at hava snakkað fjálgt um bannaða Baath-flokkin hjá pápa sínum í einari sjónvarpssamrøðu.
Raghad Hussein livir í útlegd í Jordan saman við systir síni, Rana. Brøður teirra, Uday og Qusay, vórðu dripnir av amerikanska herinum í Mosul í Irak í 2003.
Í einari samrøðu við saudiarabisku sjónvarpsstøðina Al Arabiya í 2021 snakkaði dóttir fyrrverandi einaræðisharran fjálgt um Baath-flokkin.
Tað er ólógligt í Irak.
- Nógv hava fortalt mær, at tíðarskeiðið virkuliga var ein blómandi tíð, har landið var stabilt og ríkt, segði hon eitt nú í umrøddu sjónvarpssamrøðu.
Baath-fokkurin varð upploystur og bannaður, tá irakiski leiðarin og einaræðisharrin, Saddam Hussein, fall í 2003.
- Øll, sum vísa myndir ella slagorð floksins ella á annan hátt tosa fjálgt um fyrrverandi flokkin hjá Saddam Hussein, kunnu vænta at gerast rættarfylgd í Irak.
Hetta skrivar tíðindastovan, NTB, í morgun.