Doyði eftir knock-out

24 ára gamli Daniel Aguillon úr Mexico andaðist mánadagin sum avleiðing av dysti í nevaleiki. Aguillon var seinasta mikudag í dysti móti landsmanni sínum, Alejandro Sanabria, og í 12. umfari varð dysturin avgjørdur eftir eitt rættiliga ógvusligt knock-out. Aguillon varð alt fyri eitt fyri koyrdur á sjúkrahúsið, men hann raknaði ongan tíð við, og mánadagin andaðist hann.