Doyði Michael Jackson ikki nú, varð hann helst deyður undir konsertferðini. Tað heldur Uni L. Hansen, tónleikaummælari, í einum eftirmæli um The King of Pop Uni L. Hansen, tónleikaummælari, tosaði við Leif Láadal í tíðindunum á Rás2 á middegi.
Hvat gjørdi Michael Jackson so populeran millum fólk?
- Grundleggjandi eru tað evnini hjá honum at skriva eitt gott poplag, sum gjørdi at hann fangar so nógv fólk, ella eitt gott lag. Og tey evnini hevði hann framum so nógv onnur, at duga at fanga nakað, tú alt fyri eitt kundi nynna við til, og sum setti seg fast, greiðir Uni L. Hansen frá.
- Maðurin var tónlistarliga genialur, tað skerst ikki burtur. Eitt annað var hansara nýbrot innan dans, eitt nú kom hann við Moonwalking.
- Tað sum er so fantastiskt við tónleikinum, sum hann saman við Quincy Jones framleiddi á eitt nú Off the Wall og Thriller, er at hann enn í dag er líka feskur og líka viðkomandi. Ónanæð, hvussu støðan hjá Michael Jackson var seinastu árini, har hann líkasum var eitt hím av sær sjálvum, so hevði tann modernaði poppuri ikki verið tann sami uttan hann. Hann defineraði modernaða poppinum saman við Quincy Jones.
Hevði eitt comeback eydnast?
- 50 konsertir upp á tveir mánaðir hjá einum manni, sum var eitt hím ? meira deyður enn livandi ? nei, tað hevði verið ein katastrofa. Tað hevði ikki gingið. Eg trúgvi at tað er líkasum eisini tað, sum hevur skundað undir deyða hansara, at hann skuldi fyrireika seg upp á hetta. Og tað var kanska ikki hansara egna avgerð, men onnur atlit hjá kreditorum, sum skundaðu undir, at hann skuldi gera hesar konsertirnar. Tí tað ljóðaði púra ørt fyri ein 50 ára gamlan mann, og ikki minst ein 50 ára gamlan mann, sum sá út sum Michael Jackson. Og eitt ella annað stað var tað kanska líka gott, at hann ikki gjørdi tað.
- Hevði hann ikki doyð í gjár, so hevði hann helst gjørt tað undir konsertferðini um ein mánað, heldur Uni L. Hansen, tónleikaummælari.