Ein 16 ára gamal drongur varð funnin deyður í Boston í USA fyri einum mánaði síðani. Hann datt helst úr einum flogfari, sum var í ferð við at lenda
Líkið av dronginum varð funnið í nánd av innflúgvingarrutuni til Logan flogvøllin, men eingin visti hvussu tað bar til.
Tosað varð um, at her varð hend eitt ógvusligt dráp, men nú er løgreglan nærum vís í orsøkini til hendingina:
- Ungi maðurin er helst sloppin út á flogbreytina í heimbýi sínum, Charlotte í North Carolina, og hevur síðani goymt seg í hjólrúminum á flogfarinum, verður sagt.
Løgreglan hevur kannað tvey flogfør sum komu frá Charlotte til Boston henda dagin. Her komu teir fram á hand- og fingramerki í øðrum teirra, og sum svara til tey hjá dronginum. Og skaðin sum tann 16 ára gamli hevur fingið, týðir eisini uppá at hann er dottin til jarðar úr stórari hædd.
Enn er ógreitt, hví drongurin skuldi til Boston, og hví hann valdi at krógva seg í hjólrúminum. Og tað verður eisini kannað, hvussu hann yvirhøvur kundi sleppa út á flogbreytina.