Tað hevur verið óvanliga heitt har suðuri í India í seinastuni, og sambært myndugleikunum eru minst tjúgu fólk deyð av tí nógva hitanum.
Í landspartinum Andhra Pradesh hava tey mált upp í 46,2 stig. Í so nógvum hita ber ikki til at sita innandura, og tað er beinleiðis lívshættisligt at vera úti í sólini orsakað av vandanum fyri hitaslagi. Harafturat kemur, at nógv av húsunum í landspartinum eru úr jarni, og tí er tað sum at sita í einum bakarovni at vera í hesum húsunum, tá sólin hitar jarnið.
Hitabylgjur eru á hvørjum ári í India. Í fjør doyðu meiri enn 1.000 fólk har suðuri í landinum í einari hitabylgju. Ta ferðina fór hitin upp um 50 stig.