Hvørja ferð er tað ein serstøka grípandi løta fyri meg at vera í Getsemane, tí vit vita at hetta veruliga er tann urtagarðurin, sum Jesus so oftani leitaði inn í saman við lærisveinum sínum fyri at biðja. Serstaka grípandi er at lesa tað, ið Matteus evangelistur skrivar um hitt lagnutunga kvøldið tá ið Jesus fyri seinstu ferð var í Getsemane við lærisveinum sínum:
"Jesus kom tá við teimum til stað, ið æt Getsemane; ?hann tók við sær Pætur og teir báðar synir Zebedeus; og Hann gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann. Tá segði hann við teir: "Sál mín er sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið við mær!" so fór Jesus eitt sindur longur, fall á andlit sítt og segði: "Faðir mín, er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá mær! Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt."
Tí er hetta staðið so serstakt fyri okkum at vitja, tí her stríddist frelsari okkara nívandi sálarstríð sítt fyri okkum og her var tað at hann gav seg undir vilja faðirsins at útinna frelsuverkið á krossinum við deyða sínum á Golgata.
Tí er ikki so løgið at so mong ymisk menniskju, úr øllum heimsins heraðshornum, leita til Jerusalem og inn Getsemane urtagarð. Umframt at vit vita at hetta er staðið, so vita vit eisini at summi av oljutrøðunum í Getsemane eru so gomul, at tey kunnu saktans hava verið á Jesusar døgum.
Árin á sonin
Amerikanski evangelisturin Edward Payson Hammond, sum livdi árini 1831-1910, var føddur í býnum Ellington í státinum Connecticut. Pápin var lærari og mamman var ein yvirgivin kristin, og hon hevði stórt árin á sonin, sum kom til trúgv á Jesus tá ið hann hoyrdi ein sang um frelsaran, sum gekk krossins tunga veg fyri hansara skuld.
Hann fekk sín fyrsta lærdóm í USA og síðani fekk hann sær eisini útbúgving innan skotsku fríkirkjurnar í Edinburgh. Síðani virkaði hann sum prædikumaður í Skotlandi, men fór síðani aftur til Amerika og virka saman við D. L. Moody, sum tá var byrjaður sum vekingarprædikumaður og hevði sínar longu og nógvu fundarøðir.
Hammond hevði m. a. sjálvur eina fundarøð í Norðanlondum í 1880. Tá var tað at hann hitti svensku drotningina, Sofie, sum var ein trúgvandi kvinna og sum beyð honum heim til teirra.
Serstøk løta í urtagarðinum
Sum so mong onnur, so hevði Edward P. Hammond eitt inniligt ynski um at kunna vitja støðini í Ísrael har frelsarin gekk. Hetta gjørdist honum so møguligt í 1866 tá hann eftir eina vitjan í Europa fekk høvi at fara til Egyptaland og Ísraels. Tann 35 ára gamli Edward P. Hammond var tá ein nýgiftur maður.
Vitjan hansara í Getsemane urtagarði hevði ómetiliga stórt árin á Edward, sum gekk har í urtagarðinum ímyndandi sær Jesus, sum í angist og sálarkvøld síni sveittaði so, at tað vóru eins og blóðsdropar, ið fullu til jarðar. Hann sá fyri sær lærisveinar Jesusar, sum flýggja yvir háls og herðar og svíkja leiðara teirra í hesi so avgerandi løtu, tá ið fíggindarnir taka Jesus og føra hann bundnan burtur.
Alt hetta aldi fram í hjarta Edward P. Hammonds gróðrarlíkindi fyri sanginum um Jesus í Getsemane, ið hann skrivaði eftir hesa vitjan í urtagarðinum - ein sangur, ið hevur hevur havt ein sjáldsama talandi og livandi boðskap til allar tíðir síðani tann dag hann skrivaði sangin
Edward Hammond endar sang sín við hesi bøn til frelsaran:
Og um tú kaldan síggja skalt,
á Harri, kærleik mín,
tá minn meg á Getsemane
og kvøld og sveitta tín.
Hesin sangurin hjá Edward P. Hammond verður nógv sungin her á oyggjunum og hvørja ferð eg havi verið í Ísrael við føroyskum ferðaløgum, er tað ein serstøk andaktsløta í urtagarðinum tá ið vit saman syngja sangin "Hin tíma í Getsemane eg aldri gloyma kann".
Hóast so mong ár síðani so sálarbardagi Jesusar fór fram, er tað eins og andi Gud dregur hesa hendingina so nær so at tú eins og hoyrir hann biðja tráliga í fjarløgu.
Í eina rammu:
Hin tíma í Getsemane
Hin tíma í Getsemane,
eg aldri gloyma kann,
tá eg í sveitta blóðigum
fekk sjá hin Gud og mann.
Niðurlag:
Eg gloymi ei, eg gloymi ei,
eg gloymi aldri teg,
tá tú á knæ í angist lást
har í Getsemane.
Tá ið eg fór í andanum
í urtagarðin har,
eg sá hvør tungt, ið dómurin,
á Jesus lá á tær!
Í deyðans kvøl og angist tú
av øllum svikin vart,
og Harri, aldri fati eg,
hvat tá tú Harri bart.
Og um tú kaldan síggja skalt,
á Harri, kærleik mín,
tá minn meg á Getsemane
og kvøld og sveitta tín.
(Edward P. Hammond/Victor Danielsen týddi)