"Dr. Deyði" er deyður

Ein týskur dómstólur staðfesti í dag, at nazilæknin og krígsbrotsmaðurin Aribert Heim, ið er betur kendur sum "Dr. Deyði", er uttan iva deyður. Dómstólurin í Baden-Baden gjørdi av, at teir týsku myndugleikarnir skulu gevast at kanna leysasøgur um, at nazilæknin slapp til rýmingar.

Tann almenna frágreiðingin er, at Aribert Heim, sum var føddur í Eysturríki, doyði av krabbameini í Kairo í 1942. Men fleiri hava ivast í, um hetta veruliga er sannleikin, og fyrr í ár gjørdu týsku myndugleikarnir av at kanna málið. Tað er hesum kanningum, sum rætturin nú hevur steðgað.

Sambært søguni beindi Aribert Heim fyri fleiri hundrað fangum í sambandi við ymsar læknaligar kanningar, sum hann gjørdi í týningarlegunum undir seinna heimsbardaga.