Umleið 230 bileigarar bíða eftir avgerðini hjá Eystara Landsrætti í málinum um heimildina at krevja inn MVG av skrásetingargjaldinum.
Málið var fyri í Eystara Landsrætti mikudagin, og serliga Bjørn á Heygum nýtti nógva tíð at sannføra dómararnar um, at hann hevði grein í sínum máli. Proseduran hjá Bjørn á Heygum vardi í fyrsta umfari í ein heilan tíma, og eftir at hinir báðir sakførararnir høvdu nýtt umleið fimm minuttir í part, tók Bjørn á Heygum saman um aftur í eitt korter.
Hann segði, at málið snúði seg um tríggjar spurningar. Fyri tað fyrsta var tað heimildin, ella rættari sagt vantandi heimildin, sum støða skal takast til, og hann var ógvuliga avgjørdur í, at heimildin ikki var til staðar at krevja MVG av skrásetingargjaldinum inn.
Fyri tað næsta var tað spurningurin, um bileigararnir kundu fara beinleiðis til TAKS við stevningini, ella hetta mátti gerast umvegis bilhandlararnar. Bjørn á Heygum vísti á, at bilhandlararnir í hesum førinum vóru at rokna sum umboðsmenn hjá TAKS, og at bileigararnir tískil kundu fara beinleiðis til TAKS eftir pengunum.
Og í seinasta lagi er tað spurningurin um fyrningsfreistina. Her var Bjørn á Heygum meiri varin, men argumenteraði kortini fyri einum undantaki í praksis.
»Springende regress«
Sakførarin segði, at TAKS átti at havt gjørt kunnugt, at bileigarar, ið høvdu keypt nýggjan bil í tíðarskeiðinum 1. mai 1999 fram til 28. apríl 2005, høvdu møguleikan fyri at fáa goldna MVG’ið av skrásetingargjaldinum, aftur.
- Tá Skatta- og avgjaldskærunevndin viðgongur, at borgarin hevði rætt at fáa MVG’ið aftur, so átti hetta at merkt, at sum hægsti embætisligi myndugleikin átti avgerðin hjá kærunevndini merkt, at fyrningarfreistin var útsett, segði Bjørn á Heygum.
Hann nevndi eisini, at bilasølurnar høvdu onga ábyrgd og onga plikt til at krevja inn MVG av skrásetingargjaldi, og at talan tískil kundi verða um »springende regress«, tað vil siga, at bileigararnir kundi fara beinleiðis til TAKS eftir pengunum.
Sakførarin segði eisini, at tað, at lógin varð broytt í 2005, var týðiligt prógv fyri, at heimildin at krevja inn MVG av skrásetingargjaldinum ikki var til staðar í lógini frá 1. mai 1999 fram til lógarbroytingina í 2005.
Bjørn á Heygum segði, at talan verður um nógvar pengar, um rætturin gongur pástandinum um útsetta fyrningsfreist á møti. Áður hevur verið tosað um so høgar upphæddir sum eitt stað millum 100 og 120 milliónir krónur.
- Verður talan hinvegin um teir umleið 230 bileigararnar, ið hava gjørt vart við seg undan, at fyrningarfreistin var farin, so verður ikki talan um nógvar pengar, nakrar fáar milliónir, segði Bjørn á Heygum.
Í tíðarskeiðinum frá 1. mai 1999 til 28. apríl 2005 eru seld tilsaman umleið 12.200 akfør, og samlaða MVG’ið av skrásetingargjøldunum verður mett at liggja millum 100 og 120 milliónir krónur.
Dómur fellur í málinum í seinasta lagi 19. januar 2011.