Ein grundleggjandi fortreyt fyri vælvirkandi fólkaræði er vitan, kunning og innlit. Ein vælvirkandi og óheft pressa er í hesum sambandi ein fólkaræðilig fortreyt. Ein onnur forteyt í hesum høpi er, at pressan, bløðini og aðrir miðlar hava atgeingi til tær upplýsingar, ið er neyðugar til tess støðugt at kunna veita almenninginum óhefta upplýsing og tíðindi. Pressan skal av innlýsandi grundum hava upplýsingar frá almennu fyrisitingini.
Fyrisitingin hevur sum uppgávu at umsita lóggávu og regluverk og at seta avgerðir hjá politisku myndugleikunum í verk. Í einum vanligum fólkaræði verða sett strong og stór krøv til fyrisitingina. Embætisfólkini, sum manna hesa fyrsiting skulu vera politisk og persónliga óheft og vælútbúgvin. Tey skulu síggja til, at allar avgerðir eru í samsvar við lógir, kunngerðir og siðvenjur. Til tess at tryggja borgarum og almenningi sum heild møguleika at fylgja við fyrisitingini og av fyriliti fyri rættartrygdini hava okkara politikarar eins og starvsfelagar teirra í flestu fólkaræðiligu londum samtykt lóggávu, ið tryggjar almenningunum innlit í fyrisitingina. Henda lóggáva var eitt stórt fólkaræðiligt framstig.
Tað er sjálvsagt, at einhvør stjórnarskrivstova hevur skyldu til at halda Løgtinslógina nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyristingina við seinni broytingum. Tað gongur oftast hampiliga væl at fáa avgreitt eitt innlitsmál, og vit hava varhugan av, at embætisfólkini hóast mangan ovbyrjað royna at liva upp til krøvini í innlitslógini. Hinvegin kemur tað tíverri meira enn so fyri, at myndugleikar ikki eftir okkara tykki liva upp til lógarkrøvini.
Hesar seinastu dagarnar hava vit sæð tvey greflig dømi um almennan myndugleika, ið drálar við at geva ávikavist Dimmalætting og Sosialinum innlit í ávís mál. Uttanríkisráðið hevur drigið umbønir so langt út og er komið við ónøktandi svari, at blaðfólk okkara kendu seg noydd at fara til Løgtingsins umboðsmann, sum nú hevur givið Uttanríkisráðnum eina nøs, og Dimma hevur nú eisini kært málið. Tá vit koma í hesa støðu hoyra vit undanførslur um starvsfólkatrot, skeivar skrásetingar, gloymdar skrásetingar ella at umsóknin er so trupul, at hon má til løgfrøðiligar metingar.
Tað er torført at meta um hesar umberingar, og viðhvørt kann tað vera freistandi at hugsa, at hetta snýr seg um eitthvørt heilt annað, eitt nú, at politiska ella fyrisitingarliga leiðslan hevur nakað at dylja og tí tilviljað seinkar fyrisitingarligu tilgongdini. Hetta er eingin ákæra, men ein hugsan – ein tanki elvdur av líknandi málum úr okkara grannalondum, har dømini eru ikki so fá. Uttan mun til orsøkirnar, so verður hetta drál ikki góðtikið, tí hetta drál undirmáar týðandi partar av okkara demokratiska undirstøði. Vit fara tí eins og okkara starvsfelagar á Dimmalætting framvegis gjølla at fylgja gongdini í øllum innlitsmálum, og vit fara als ikki at góðtaka nakra roynd frá politiskari ella fyrisitingarligari síðu at útgata eina lóggávu, sum er ein hornasteinur í okkara fólkaræði.