Allur heimurin sá, tá tann víðgongdi høgramaðurin Mehmet Ali Agca royndi at beina fyri Jóhannesi Páll páva tann 13. mai í 1981. Men tá eru tey fáu, sum vita, at pávin eisini var fyri drápsroynd eitt ár seinni.
Í einum nýggjum filmi kemur fram, at tá pávin var í Portugal í mei í 1982, royndi ein spanskur prestur at beina fyri honum. Higartil hevur verið hildið, at portugisiska løgreglan steðgaði prestinum, áðrenn hann slapp fram at pávanum, men í filminum sæst, at pávin bleiv stungin ella skorin.
Fimurin Testimony er gjørdur eftir endurminningum hjá kardinalinum Stanislaw Dziwisz, sum var ráðgevi hjá táverandi pávanum.