Herfyri mundið ein maður latið lív á Landavegnum í Havn, eftir at ungdómar lupu á hann við øks, goggara og knívum. Fýra ungir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd, og tveir teirra hava síðani verið varðhaldsfongslaðir í Mjørkadali.
Sosialurin avdúkaði stutt eftir álopið, at hendingin byrjaði við veitslu millum fleiri útsettir ungdómar í vardum bústaðið á Íslandsvegnum. Hetta byrjaði sostatt undir tekjuni hjá Almannaverkinum, har tvey starvsfólk eru á staðnum 24 tímar um døgnið.
Vardu bústaðirnir á Íslandsvegnum eru eisini vanligt stað hjá løgregluni at vitja í tíð og ótíð, tí kriminalitetur og órógv av ymiskum slag er mangan at síggja har.
Almannaverkið hevur tó tikið álvarsomu støðuna til viðgerðar innanhýsis, og í dag sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum við in.fo, at nú eru boð farin til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum. Eitt skriv er sent hennara, sum fleiri myndugleikar hava undirskrivað.
- Vit hava síðani hendingina verið á fundi við leiðsluna í Landssjúkrahúsinum og í Psykiatriska deplinum og vit hava roynt at funnið fram til, hvar vit meta, at man skal seta inn, sigur Edvard Heen.
Tað merkir, at Almannaverkið og hinir myndugleikarnir hava boðað frá, at nú skulu tingini vera øðrvísi skipað.
- Fyrst og fremst er spurningurin, hvussu vit skulu samstarva um hesi ungu fólkini, og har er samskifti lykilin. Dómstólurin má tosa við okkum og Psykiatriska depilin um tey ungu í slíkum støðum. Vit mugu seta okkum saman við Bláa Krossi og Viðgerðarstovninum á Eiði at finna fram til, hvat vit kunnu bjóða hesum ungu og so má Kriminalforsorgin eisini inn yvir. So tað eru fleiri myndugleikar, sum mugu arbeiða saman, um vit skulu hjálpa hesum ungu, og tað er fyrsta avbjóðingin, sigur Edvard Heen.
Víðari greiðir hann frá, at næsta stigið er at hesir myndugleikar finna fram til, hvussu tilboðið skal skipast. Og har leitar Edvard Heen íblástur frá Danmark og frá øðrum stovni, sum í dag er á Stoffalág.
- Har er støðan tann, at allir stovnar og myndugleikar, sum skulu veita hjálp til tey ungu, møta upp á staðnum har tey eru og geva eitt fjølbroytt tilboð, sum er sett saman eftir tørvinum hjá tí unga. Tað riggar væl í Stoffalág, har vit tíbetur kunnu staðfesta, at tey ungu har (sum hava aðrar avbjóðingar enn tey á Íslandsvegnum, red), eru komin væl fyri seg og fleiri teirra eru væl ávegis at koma út aftur í samfelagið, sigur Edvard Heen.
Nú liggur bólturin hjá Eyðgunn Samuelsen, sum skal taka málið víðari.
- Vit hava góðar vónir um framtíðina á hesum økinum. Tí tað letur til, at politiski myndugleikin er til reiðar at seta inn fyri hendan málbólkin nú, sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum.