##med2##
Dráttur hevði ryggin móti múrinum aftaná 0-3 tapið móti Mjølni í tí fyrsta dystinum í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum, men vágakvinnur reistu seg væl og virðiliga í útidystinum móti Fleyr í kvøld.
Dráttur vann 3-1 á Fleyr, og tey trý settini Dráttur vann vóru vunnin í stórum stíli.
Fleyr-Dráttur 1-3 (16-25, 25-23, 11-25 og 17-25)
Mjølnir og Dráttur hava trý stig. Fleyr hevur einki stig fingið enn.
Fleyr og Mjølnir spæla tann seinasta dystin í bólki 2 komandi leygardag klokkan 16.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hoyr eisini Óla taka stutt samanum tey fýra settini.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hildu Bolstad Mortensen hjá Fleyr og Petru Sunadóttir Hansen hjá Drátti. Burtursæð frá svipsaranum í øðrum setti kundi Petra verða framúr nøgd, meðan Hilda ásannar, at tær í Fleyr hava eina stóra uppgávu frammanfyri sær í høllini á Hálsi í Havn leygardagin klokkan 16, tá Mjølnir kemur á vitjan.