“DRAGIN” á veg til Hetlands og Orkneyoyggjar

Gjáramorgunin fór skúlaskipið Dragin av Klaksvík við kós móti Hetlandi. Veðurmenninir siga fríkst lot av landnyrðingi og norðan, so skipið fær góðan byrð til Hetlands.

Við átta míla ferð tekur tað umleið 24 tímar at sigla niður, so skipið skuldi komið leiðina fram hvørja løtu.

Farið verður fyrst til Aith, sum liggur norðaliga á Mainlandi. Har skal ein galliónsfigurur setast undir spytið á Draganum. Hetta er ein gáva frá hetlendingum.

Aftan á nakrar dagar í Hetlandi verður siglt til Kirkwall á orknoyggjum. Har verður vitjað í nakrar dagar.

Túrurin hjá Daraganum í Hetlandi og Orknoyggjum tekur einar 8-10 dagar.